«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 


Hart og kontant, sum at fáa eina sleggju fyri pannuna, raka boðini.

 

“Dánial Jákup er deyður.”

 

“Hvør Dánial Jákup?”

 

Eg kenni bara ein, sum eitur so, og sum tað kann vera relevant at bera mær deyðsboð av akkurát nú. Og hann kann tað undir ongum umstøðum vera. Tað eigur stutt sagt ikki at vera loyvt.

 

Men boðini vórðu tikin uppaftur, og útgreinað. Satt var tað, og kundi ikki broytast. Tað kendist, sum stólurin fór undan, og aftursvarið fara vit at lata verða óprentað.

 

Vit, sum høvdu samstarv og –skifti við hann, vistu, at hann kundi hava eina rúgvu av hugskotum. Og viðhvørt vera í so skjótur at seta tey í verk, helt onkur. Men at hann skuldi hava slíkan skund at fara hiðani frá, mátti ikki verið neyðugt.

 

Dánial Jákup er og fer at verða saknaður í Vága Dansifelag. Her hevur hann ríkað okkum nógvar løtur við sínum lætta, argandi og skemtiliga lyndi. Altíð góður fyri eina søgu. Altíð við sínum klettaføstu meiningum um tingini. Serliga samfelagsviðurskifti dámdi honum at taka upp við onkran, hann visti hevði annan politiskan lit enn hann sjálvur. Mangt herligt kjakið hava vit havt. Ongantíð samdir, men altíð flennandi, hálsfevnandi hvør annan, tá liðugt var.

 

Dánial Jákup hevði sínar meiningar. Segði tær við hvønn sum helst, hvar sum helst. Men hevði tær gávur, at hann fornermaði ongan. Skuldi tað hent, hevur viðkomandi sjálvur verið úti um tað.

 

Í einum lítlum felag sum Vága Dansifelag er tað ógvuliga skilagott at skifta “leiðara” soleiðis av og á. Tí hóast nevnd og onnur skilafólk eru ófør at taka tøk, liggur altíð so mikið á formanninum, at tað merkist, sum frálíður. Undirritaði kendi fyri nøkrum árum síðan, at nú var tíð at steðga á, um tað ikki skuldi ganga út yvir bæði felagið og ein sjálvan.

 

Dánial Jákup stóð klárur at taka við, og við hansara lyndi og hugskotum hendu ting og sakir. Øll hugskotini vórðu ikki avgreidd við tað sama, og sum árini gingu, gekk eisini undan hjá formanninum, sum sjálvboðin reistist úr sæti, og undirritaði settist aftur í stólin.

 

Dánial Jákup var góður vertskapsmaður. Skemtingarsamur, vinsælur og ongantíð keðiligur at vera saman við. Nógvar ógloymandi løtur hava vit havt saman. Tað verið seg í dansi ella veitslum í Beitinum ella aðrastaðni. Ikki minst á ferðunum, vit regluliga hava gjørt í samband við dansistevnur uttanlands. Tað eru gripir, ið verða goymdir.

 

Í vikuni, sum kemur, hevði hann havt føðingardag. Og er saknurin stórur í felagnum, er hann ikki minni hjá tær Hervør, børnum og barnabørnum.

 

Tú ert sterk, Hervør, og Vága Dansifelag hevur sannilig notið gott av tínum evnum. Og ger tað framhaldandi. Tað takka vit tær hjartaliga fyri.

 

Vit “hittu” Dánjal Jákup aftur ljóslivandi við sínum glaða smíli á sjónvarpsskíggjanum, nú KvF um ársskiftið vísti upptøku við Vága Dansifelag, sum varð gjørd 26. mai 2019.

 

Soleiðis fara vit altíð at minnast hann.

 

Friður verið við minninum um fyrrverandi formannin í Vága Dansifelag Dánial Jákup Jørgensen.

 

Vegna nevndina

 

 

Edvard.