«2025»Í dag«Mai»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Vit hittast nú aftur til tiltakið Ung í Dansi, og hesuferð verða vit í Beitinum í Miðvági frá 16. til 18. november 2018.

Øll mugu hava madrassu/undirlag og soviposa við;)

Vit hopa uppá eitt vikuskiftið við nógvum dansi, spølum og bara hugna sum heild. Eisini kemur onkur møguliga at fortelja um eitthvørt við føroyskum dansi.

Tiltakið er ókeypis ;-)

Vit síggjast - og um nakrir spurningar eru, so spyrji endiliga!

Tit kunnu tekna tykkum, við at skriva eini privatboð til Róðu Bødvardsdóttir á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til mín á bodvarsdottir@hotmail.com.

Seinasta freist at tekna seg er 12. november 2018.

Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni.

Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 17. november 2018, kl. 19 í Beitinum.