«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

 

Takk skulu tit hava øll somul, sum gjørdu stevnuna so góða. Tey hundraðtals børnini, sum komu úr øllum landinum at vísa, hvat tey duga, og hoyra, hvat hini hava lært. Og øll tit vaksnu, sum komu við teimum, og soleiðis settu tykkara serliga dáma á stevnuna.

 

Tit vístu, sum tað stendur í jólasálminum, at hvørki brim við strond ella ísur í skor, kann tykkum forða vegin. Tá tað skal dansast, so dansa vit.

 

Men ikki minst skulu tit, sum hava staðið fyri tí praktiska partinum av stevnuni, hava takk. Tit, sum hava lagt til rættis, gjørt mat, riggað til, og ruddað av aftur.

 

Hendan felagsskapin, sum veruliga kemur til sjóndar, tá slík tiltøk skulu gerast, ber ikki til at gera upp í pengum.

 

Vága Dansifelag takkar tykkum øllum somlum.