«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Vága Dansifelag søkti báðar komunurnar í oynni um stuðul til rakstur og til at útvega innbúgv til húsini.

Vága Býráð hevur játtað okkum 35.000 krónur í stuðli til borð og stólar og 15.000 krónur til rasktur, og tað eru vit sera fegin og takksom fyri.

Hetta kemur sera væl við hjá felagnum, tí vit brúka í løtuni lænt borð og stólar, og kunnu skjótt standa við ongum, um ognararnir aftur fáa brúk fyri innbúgvi sínum. Og tað er líkt til, at so verður um stutta tíð.

Vit hava biðið um tilboð í nøkrum handlum, og fara at biðja um fleiri, og tað røkist fyri, at felagið fyri árslok kann skriva undir bílegging.