«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Tað var við spenningi, vit bíðaðu eftir leygarkvøldinum.

Beitið, hetta søguliga hús, sum var barnaheim Mikkjals á Ryggi, og sum bæði Rasmus norði í Stovu og Emil Brun eisini munnu hava vitjað, skuldi vera karmur um bókaútgávu Sprotans av verkum teirra. Ein sera flógvur og viðkomandi karmur, tí húsini hava tíðarandan hjá hesum monnum í søgu síni.

Men skjótt komu ávaringar um, at Beitið ikki fór at rúma tí skara, sum kom til útgávuna. Eitt sindur av práti aftur og fram, og so vendu vit okkum til kirkjuráðið um at fáa kirkjuna til framløguna - hon er jú næsti granni - um Beitið ikki átti rúm fyri áhoyrarunum. Har var leyst og liðugt, og eftir einum tíma, so varð tað okkum játtað.

Og vit kunnu frøast. Karmarnir vóru góðir, tiltakið væl skipað og útgevararnir gestablíðir. Sannur veitsluhýrur á fólki.

Vit í Vága dansifelag fegnast.

Lesið meira her