«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Nú er skráin løgd fyri dansiveturin.

Hon er at síggja undir Skrá fyri dansiveturin.

Barnadansurin byrjar sunnukvøldið 11. oktober klokkan 7. 

Tey vaksnu byrja veturin leygarkvøldið tann 17. oktober klokkan 7 við hugnakvøldi í Beitinum. Tá skipa vit fyri samanskotsgildi, eins og vit endaðu síðsta dansivetur, har vit taka okkurt við at seta á kalda borðið. Drekkandi kann keypast aftur við matinum.

Hugnaligt er til eitt slíkt borðhald at syngja, hoyra onkran siga frá til gamans og álvara, - og sjálvandi eisini at fara upp á gólv.

Sum siður hevur verið, verður rivjakvøldið, áðrenn vit steðga undan jólum.

Dansiveturin endar úti í Hesti. Har er ætlanin at hava samanskotsgildi eftir sama leisti sum í byrjanini. Vit gleða okkum til at dansa saman við limum okkara úr Hesti og bygdarfólkinum har. Ætlanin er at sigla út og heim við "Jósupi". Um viðrar verður siglt av Miðvági, annars av Gomlurætt. Nær farið verður, venda vit aftur til seinni. Heimaftur fara vit, tá hugur okkara stendur til tess. 

Vit í nevndini vóna góða uppmøting og góðan dans.