«2022»Í dag«Sep»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Á myndini sæst, at vit eru klár til skrúgongu áðrenn setanina. Vit gloymdu at taka felagsmynd...

Havleikur 2022

Mikudagin vóru vit til setan. Høgir harrar hildu røðu og dansiframførslur vóru. Til felagsdans skipaði Arnjohn Flóvin Bænadiktson, og síðani gekk leiðin niðan í norðurlandahúsið. Har skiftust londini um at skipa fyri dansum, og teir flestu vóru rættiliga lívligir, so tað var sera heitt at dansa í búna. At enda skipaðu vit fyri føroyskum dansi, og her tóku vit Ebbe Skammelsøn, Hr. Sinklar og Ud fra Drammen.  Hósdagin fingu vit gestir úr Norra. Veðrið skikkaði sær væl, og hetta gjørdi, at vit kundu vera nógv úti. Tey norsku vóru millum annað í Gásadali, , í kirkjuni í Miðvági, í Beitinum, á Sýnini og dansaðu, umframt at tey dansaðu á parkeringsøkinum við gomlu kommunuskrivstovuna í Miðvági. Vit endaðu við føroyskum dansi. Tey norsku megnaðu heilt væl at kvøða við í Nykurs vísu og Nordan for Trondhjem dugdu tey alla. Ein væleydnaður dagur, ikki hevði eydnast uttan ta stóru hjálp, vit fingu frá limum okkara til alskyns uppgávur. 

Um kvøldi var aftur dansur í Norðurlandahúsinum, og vóru vit ikki í búna, so tað var ikki líka heitt, men fekk pulsin upp, ferð var á dansunum. At enda var føroyskur dansur, Dansifelagið á Látirnum skipaði fyri.  Fríggjadagin vóru ymsik tiltøk, man kundi tekna seg til. Hesi vardu allan dagin, so møguleiki var at fara til næstan øll. Nøkur okkara vóru til fyrilestur á Tjóðsavninum um føroyska ull, tjóbúnan, fornminnini og bátin. Dansurin um kvøldið var seint um kvøldi orsaka av mongu tiltøkunum. Har var gott lag og lív í, og nógv fólk vóru røsk at dansa. Eysturoyar dansifelag skipaði fyri føroyska dansinum. 

Úr Norðurlandahúsinnum gekk leiðin oman í Havnar kirkju til midnáttarguðstænastu. Vit sungu sálmasang á øllum teimum norðurlendsku málunum, hoyrdu kingosang og Heri Joensen, prestur, hevði eina sigandi prædiku fyri okkum. 


Leygardagin vóru framførslur. Trý føroysk feløg og nøkur av teimum útlendslu feløgunum dansaðu á ellis- og røktarheimum í Havn og í Miðlon. Samstundis vóru fraamførslur í Sjónleikarhúsinum, og framførslurnar á ellis- og røktarheimunum vóru lidanr, fóru tey eisini í SjónleikarhúsiðEndað var, eins og hinar dagarnar, við føroyskum dansiUpprunaliga skuldu framførslurnar vera úti, men orsaka av regni, blivu tær fluttar. Dagurin gekk av allar besta. 

Endað var við veitslu í høllini á Hálsi. Vit hoyrdu røður úr teimum ymsu londunum, umframt, at tey skiftust at syngja fyri, felagssangurin var á teirra máli. Borðhaldið riggaði stak væl, og vit hugnaðu okkum óført. Eftir borðhaldið skiftust londini um at skipa fyri dansi, og føroyskur dansur var í kantinuni alt kvøldið.  

Samanumtikið ein sera væleydnað dansistevna farin aftur um bak, og tey, hava fyrireikað hava alt rós uppiborið. Túsund takk fyri. 


Fleiri myndir koma seinni...