«2024»Í dag«Mar»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

😄Barnasendingin


Sakin vil sleppa við okkum í barnadans.

Tey koma mánakvøldið 4/10, so vit fara at hava vannligan barnadans sunnukvøldið kl 18.30-19.30 og so aftur mánakvøldið, so at tey sleppa við….. 😄

Vit fara at kvøða

eini 15 ørindi av Orminum langa,

eini 20 ørindi av Seyðamanninum

eini 15v ørindi av Leivs kvæði

10 ørindi av Sinklar

Burtur á Heiði

Veturin kom við kulda og kava

Bjerget

Indianarabørnini

Ætlanin er at vit møta í Beitinum kl. 16 mánakvøldið og dansa og hugna okkum saman við teimum til um kl.18. Vit fáa eisini okkurt at eta.

Vit skulu vera hampuliga ílætin😉 (ikki føroysk klæðir)

 

Kunnu tit siga mær frá, um tit vera við mánakvøldið, so eg havi eina hóming av hvussu nógv vit verða?

Viðmerk gjarna uppslagið á facebokk ella send eini boð á messenger.

Vinarliga Lív