Barnadansistevnan 2019 Í Klaksvík
Leygardagin 27. apríl 2019 verður barnadansistevna í Klaksvík. Tað er Klaksvíkar
Dansifelag, ið skipar fyri, og dansað verður í húsi felagsins. Vit byrja klokkan 10:00 í
Skálanum. Á skránni verður føroyskur dansur, útferð til húsið hjá Nólsoyar Páll og døgurði
og kaffi. Vit enda klokkan 15:00.
Matur
Døgurðin verður væntandi í Tekniska Skúla, ið liggur tætt við Skálan.
Útferð
Gingið verður frá Skálanum oman til Húsið hjá Nólsoyar Páll. Í húsinum verður greitt frá um garðin, um Nólsoyar Páll og samtíð hansara. Túrurin kemur at taka 45–60 min. Bólkar verða skipaðir við 60–100 fólkum.
Tilmelding er hjá Vága dansifelag. Tit kunnu venda tykkum til Lív á tlf. 212530 ella Hervør á tlf. 533204 áðrenn 5. apríl.
Vit skipa fyri koyring.