«2024»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

20. oktober 1956 andaðist Mikkjal Dánialson á Ryggi 77 ára gamal.

Til heiðurs fyri henda mentamann, sum hevur latið so nógv dygdargott og fjølbroytt úr hondum, skipa Vága dansifelag og Visit Vágar dagarnar 29. og 30 oktober fyri framsýning, kvøldsetu, kirkjugongd, sálmasangløtu og almennum barna- og vaksnamannadansi.

Skrá:

29. oktober.                 

klokkan 1500 - 1800:      Framsýning í Miðvágs skúla           

klokkan 1900:                 Kvøldseta í Marghøllini í Sørvágs skúla

                                        Felagssangur, prát um Mikkjal í gerandislívinum og upplestur, Vágakórið

30. oktober.

klokkan 1000:                 Morgunmatur í kirkjukjallaranum í Miðvági

klokkan 1100:                 Minningargudstænasta um Mikkjal á Ryggi í Miðvágs kirkju.

klokkan 1500:                 Sálmasangur í Miðvágs kirkju, Vágakórið luttekur.

klokkan 1700 – 2000:     Framsýning í Miðvágs skúla

klokkan 1900 – 2000:     Almennur barnadansur í Beitinum í Miðvági

klokkan 2000:                 Almennur føroyskur dansur í Beitinum í Miðvági

 

Nógvar góðar kreftir hava gjørt, at tiltakið kann vera so fjølbroytt:

Miðvágs Forminnafelag, sum eigur framsýningina

Miðvágs kirkjuráð, sum bjóðar morgunmat, letur kirkjuna til gudstænastu og sálmasangløtu og presti

Vágakórið, sum syngur til tiløkini

Sørvágs skúli og Skúlin á Giljanesi, sum lata høli.

Og ikki minni tey, sum hava nýtt tíð og orku til innihald og karmar um tiltakið.