«2025»Í dag«Mai»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S


FØROYSKUR DANSUR Í SJÓNLEIKARAHÚSINUM

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður leygarkvøldið tann 7. januar. Sum vant dansa vit í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður kl. 22.  Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa út á náttina. Tað vísir seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá nógvum, fleiri meina, at hann minnir nógv um góða gamla navigatiónsdansin:)                Barnadansurin hjá Tøkum Lætt byrjar aftur sunnukvøldið 8. januar kl. 19, øll eru vælkomin.