Viðtøkur felagsins


 
 

Viðtøkur
fyri Vága Dansifelag

 

  

 

§ 1.

 

Navn felagsins er Vága
Dansifelag. Felagið hevur heimstað í Beitinum. Avgreiðsla er hjá formanninum.

 

 

 

§2.

 

Endamál felagsins er at
varðveita og vekja ans og virðing fyri føroyska dansinum, eins og at birta
undir og standa fyri ymsum mentanartiltøkum.

 

  

 

§3.

 

Aðalfundurin er hægsti
myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári eftir
føstulávint og fyri pálmasunnudag. Aðalfundurin verður lýstur alment í minsta lagi tvær
vikur áðrenn fundin. Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í
seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

 

 

 

                                                               §4.

 

Felagið verður stjórnað av fimmmannanevnd, sum verður vald á aðalfundi.
Tveir limir verður valdir hvørt parár, og tríggir limir verða valdir hvørt
stakár, og tveir varalimir verða valdir á hvørjum ári. Nevndin skipar seg
sjálv. Nevndin er viðtøkufør, tá allir nevndarlimir hava fingið boð, og
meriluti av nevndini er møttur á fundi. Um nevndarlimi berst frá at møta, skal
varalimur kallast inn í hansara stað.

 

 

 

§5.

 

Roknskaparárið
er álmanakkaárið.

 

  

 

§6.

 

Aðalfundur.

 

Fundarskrá:

 

1. Val av orðstýrara.

 

2. Formansfrágreiðing.

 

3. Grannskoðaður
roknskapur verður lagdur fram.

 

4. Innkomin mál.

 

5. Val av nevnd og
tveimum varalimum.

 

6. Val av tveimum
grannskoðarum.

 

7. Val av umboðsráðslimi til Sláið ring



8. Áseting av limagjaldi

 

9. Ymiskt.

 

 

§7. 

 

Nevndin tekur sær av dagliga rakstrinum, og formaður og
kassameistari binda felagið. Keyp og søla av fastari ogn krevur
aðalfundarsamtykt.

 

 

 

§8.

 

Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur. Eykaaðalfundur verður hildin, tá
nevndin ella minst 10 limir krevja tað.

 



 

§9.

 

Lógarbroyting verður avgjørd á aðalfundi. Lógarbroyting verður viðtikin
av 2/3 av møttu limunum. Lógarbroyting kemur í gildi beinanveg.

 

 

 

§ 10.


Felagið kann verða
avtikið á aðalfundi. Til avtøku av felagnum krevst, at 2/3 av møttu limunum
atkvøða fyri avtøku. Verður felagið avtikið, verða ognir felagsins latnar Sláið
Ring í varðveitslu, til annað felag við sama endamáli er stovnað í Vágum.

 

 

Soleiðis
viðtikið á lógligum aðalfundi í Beitinum 14. mai 2010 við broyting á lógligum
aðalfundi í Beitinum 31. mars 2019.