Dansináttin 2015 verður 23. juli.

Árliga afturvendandandi tiltakið "Dansináttin", ið Sláið Ring og Norðurlandahúsið skipa fyri, verður í ár hóskvøldið 23. juli kl. 21.00. 

At dansináttin í ár verður eitt hóskvøld, kemst av, at ein kvæðaráðstevna er í Norðurlandahúsinum í døgunum 21 - 23. juli, og hava vit lagt dansináttina soleiðis, at tey, ið eru á ráðstevnuni, eisini kunnu uppliva almennan føroyskan dans. Dansináttin er sum altíð eitt alment tiltak, har øll eru vælkomin og kostar tað 70 kr at luttaka. 

Dansináttin var til viðgerar á umboðráðsfundi hjá Sláið Ring í juni, og hildu umboðini at tað fór at vera eins gott at hava dansináttina eitt hóskvøld. Hendna niðurstøða bygdi á, at flestu fólk hava frí seinnu helvt av juli og á, at leygarkvøldini hetta tíðarskeiðið eru nógv upptikin av m.a brúdleypsveitslum. 

Vónandi møta vit fjølment til dansináttina hóskvøldið 23.juli.