Ferðafrásøgn frá dansiferð í Skurup, Svøríki
Ferðafrásøgn frá dansiferð í Skurup, Svøríki
Í fleiri ár hevur Vága dansifelag verið partur av Nordisk folkdansfestival. Hetta er ein dansistevna, sum verður hildin í norðurlondunum Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi. Samstarvið byrjaði í 1982 tá Leikaringen Huldra í Noregi hevði stevnu, og síðan hevur hon skifts millum feløgini. Í ár var Skuruportens folkdanslag vertur og varð stevnan hildin í døgunum 26. til 30. juni 2019 í Skurup í Suðursvøríki.
Í ferðalagnum hjá Vága dansifelagi vóru (sí myndina omanfyri): Kristianna á Lofti, Arnjohn Hvítklett, Lilja Joensen, Dánial Jákup Jørgensen, Hervør Jørgensen, Elisabeth Thorsteinsson, Kára á Steig, Árni Jacobsen, Elspa Suffía Joensen, Anna Elisa Jacobsen, Sigurd Jan Tavsen, Lív Vilhelmsen, Gunnar Restorff, Paula Vilhelmsen, Eyð Ellingsgaard, Guðrið á Lofti, Bergfríð Næs, Osla Petersen, Edvard í S. Joensen og Eina Gudmundsen.
Felagið hevði gjørt og vant tvær skráir, ið vórðu framførdar fleiri ferðir har vit dansaðu inn og út við vanligum føroyskum dansi og annars framførdu ymisk dansispøl.
Skrá 1
Dansa inn: Føroyingar, sum her nú koma saman (Gunnar Restorff skipar)
Reisa Hjørt (Kristianna á Lofti skipar)
Gamla keta: Gudbrands kvæði (Arnjohn Hvítklett skipar)
Slippudansur: Leivs kvæði (Hervør Jørgensen (Edvard S. Joensen) skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Ormurin langi (Edvard S. Joensen skipar)
Skrá 2
Dansa inn: Flóvin Bænadiktson (Anna Elisa Jacobsen skipar)
Massøren drager sit rødeguldbånd (Gunnar Restorff skipar)
Bardagin í Stóru Dímun (varð ikki brúkt, av tí at Hervør var sjúk)
Bandadansur: Torkils døtur (Lív Vilhelmsen skipar)
Ríða edilig (Hervør Jørgensen (Anna Elisa Jacobsen) og Edvard S. Joensen skipa)
Dansa út: Grindavísan (Arnjohn Hvítklett skipar)
Mikudagur, 26. juni
Flestu luttakararnir fóru úr Føroyum mikumorgunin og so fylgdust øll við bussi úr Kastrup til Skurup. Hervør Jørgensen, sum var farin nakrar dagar áðrenn vit onnur, var tíverri vorðin sjúk, so Hervør og Dánial Jákup kundu ikki vera við til tær fyrstu framførslurnar. Í Skurup vórðu vit væl móttikin av Skuruportens folkdanslag og vórðu innkvarterað á Skurups folkhøgskole. Aftaná nátturðan varð stevnan sett. Vit í Vága dansifelagi vóru eitt sindur misnøgd við, hvussu tjóðsangurin hjá okkum varð framførdur – melodiurin var ikki heilt rættur og violinin spældi so títt, at eingin fekk sungið við, men soleiðis varð tað. Síðani framførdi hvør bólkur ein dans – og vit framførdu bandadans við Torkils døtrum.
Hósdagur, 27. juni í Ystad
Tíðliga upp at eta morgunmat og so at lata seg í føroysk klæði. Vit fóru úr Skurup við bussi saman við dønum um morgunin og dansaðu á Anna Lindhs plats við smábátahavnina í Ystad. Anna Lindh var svenskur uttanríkismálaráðharri, sum varð stungin til deyða í einum keypssentri í Stockholm í september 2003. Síðan gingu vit niðan í býin til Mariu kirkjuna og dansaðu har – eisini saman við dønum. Norðmenn og finnar høvdu dansað har og vóru farin til Anna Lindhs plats at dansa. Aftaná dansin fóru nøkur inn í kirkjuna og nøkur fóru rundtúr har í økinum. Mariu kirkjan er ein gomul kirkja frá umleið 1200 talinum. Har var nógv áhugavert at síggja. Síðani fóru vit við ferðaleiðara í fótasporum Wallanders. Afturkomin fingu vit at eta og dansaðu so í gongugøtuni og við Østerport torg. Tá vit koyrdu heimaftur, fekk onkur eina brúkiliga mynd av standmyndini av Nils Holgarsson, ið var við høvuðsvegin til Skurup. Tá vit komu heim, vóru Hervør og Dánial Jákup komin, so nú vóru vit fullmannað. Aftaná nátturða var lekstuga í høllini og so hugni um kvøldið.
Fríggjadagur, 28. juni í Landskrona
Aftur tíðliga upp at eta morgunmat og so í føroysku klæðini. Aftaná morgunmatin fóru vit í bussin saman við dønum og koyrdu til Landskrona. Í Landskrona høvdu vit tvær framførslur, eina á City Gross og eina á Rådhustorget. Aftaná eina lítla máltíð fóru nøkur ein túr runt eitt nes, meðan onnur fóru oman á strondina at sóla sær. Á túrinum var ein standmynd av Selmu Lagerløf – við ongum hártoppi – tað bleiv diskuterað eitt sindur um tað. Aftaná fóru vit inn í eina borg, sum varð brúkt sum tjóðsavn. Fyrr hevði borgin verið brúkt til ymiskt, men mest sum fangahús. Har fingu vit fortaldar nógvar syrgiligar og óhugnaligar lagnur. Aftaná fangahúsið høvdu vit eina fríløtu, áðrenn vit skuldu til nátturða í Folkets hus. Tað var deiligt veður, so vit gingu bara runt og hugnaðu okkum. Aftaná nátturðan í Folkets hus bleiv dansað saman, til vit skuldu aftur við bussinum til Skurup. Komin til Skurup hugnaðu vit okkum uttanfyri í góðveðrinum. Har blev sungið og skemtað.
Leygardagur, 29. juni í Skurup
Aftaná morgunmatin varð skrúðgonga inn til Stortorget í Skurup at dansa. Har dansaðu øll dansifeløgini: finnar, danir, norðmenn, svenskarar og vit. Síðan koyrdu vit til Johanna museet í Sandåkra uttanfyri Skurup. Har fingu vit grillaðar pylsur við breyði og djús. Henda dagin var ógvuliga heitt at ganga í føroyskum klæðum, so tað var gott at fáa okkurt at drekka. Inni á savninum var nógv forvitnisligt at síggja. Maðurin, sum hevði stovnað savnið, æt Manfred Almkvist. Hann hevði ferðast runt og samlað eina rúgvu: Bilar, súkklur, spælimaskinur, klæðir, komfýrar, grýtur, pannur og mangt, mangt annað. Aftaná rundvísingina á savninum dansaðu vit og øll hini feløgini uttanfyri. Um kvøldið var endaveitsla á Skurup folkhøgskole. Tá ein góður døgurði var farin niðurum, varð farið at dansa saman. Aftaná royndu summi surstömming, eitt sindur misjavnt var, hvat fólk hildu um tað!
Sunnudagur, 30. juni – heimferðin
Sunnudagin koyrdu vit aftaná ein døgurðabita aftur við bussi úr Skurup til Kastrup. Fólk vóru móð og nokk so væl nøgd við, at tað var eitt sindur kaldari nú – tí heitt hevði verið at dansað í føroyskum klæðum í sól, stilli og útvið 30 gradum hvønn dag. Her skiltust okkara leiðir, summi fóru beint heim til Føroya, summi vórðu verandi í Danmark og uppaftur onnur leitaðu sær longur út í heim. Ein góð, stuttlig og strævin ferð var komin at enda – næstu ferð stevnan verður, verður um 2 ár í Danmark. Ein slík ferð er sera góð fyri samanhaldið og trivnaðin í felagnum og takkar Vága dansifelag Sláið Ring fyri stuðul til ferðina.